Níggju fólk eru handtikin í Fraklandi, tí illgruni er um, at tey løgdu til rættis yvirgangsatgerðir á franskari jørð.
Seks vórðu handtikin á París-leiðini mánadagin og trý har suðuri í Fraklandi í gjár, upplýsa keldur í franska politiinum.
Tey handtiknu eru millum 22 og 28 ár aldur og skulu hoyra til ein islamistiskan yvirgangsbólk, sum ætlaði at søkja at kendum fólkum í Fraklandi.
Samstundis siga týskir myndugleikar seg hava avdúkað yvirgangsætlanir, ið skuldu fremjast við smáum modellflúgvarum.
Í gjár gjørdi týska politiið húsarannsóknir á níggju adressum har suðuri og eysturi í Týsklandi, umframt í Belgia, uttan at tó nøkur handtøka er gjørd.
Sjey menn eru undir illgruna, og sambært týska politiið liggja islamistisk motiv eisini sum grund undir hesum yvirgangsætlanunum.