Løgreglan í svenska býnum Göteborg hevur tikið fleiri fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt ætlanir um fleiri yvirgangsatsóknir at málum í býnum. Talsmaðurin hjá svensku fregnartænastuni, Patrik Peter, sigur, at fólkini vórðu tikin í morgun, eftir at løgreglan hevði fingið frá einari álítandi keldu.
Blaðið Expressen skrivar, at yvirgangsfólkini ætlaðu millum annað at søkja at handilshúsinum Nordstan, sum er tað størsta í Norðurlondum við 170 handlum og 150 skrivstovum. Sambært blaðnum skuldi ein lastbilur við spreingievnum koyra innn í handilshúsið í dag.
Løgreglan vil ikki siga, hvussu mong fólk eru handtikin, ella hvørji tey eru.