Yvirgangsætlan í Moskva avdúkað

Myndugleikarnir í Russlandi hava fyribyrgt einum stórum yvirgangsálopi í Moskva-umráðnum. Tað sigur ovastin fyri russisku trygdartænastuni, Alexander Bortnikov. Hann sigur, at tað vóru hernaðarligir uppreistrarmenn úr Norðurkaukasus, sum skuldu fremja álopið.

Fýra fólk eru handtikin, og løgreglan hevur lagt hald á 10 kilo av spreingievnum umframt fleiri vápn og nøkur kort av Moskva.

Russisku myndugleikarnir eru í stríði við uppreistrarmenn í fleiri støðum í Kaukasus, og uppreistrarmenn haðani skipa regluliga fyri yvirgangi í Moskva.