Yvirflóð í Havn

Fyrrapartin í dag var somikið stór flóð, at tað fleyt yvir í Vágsbotni og á Kongabrúnni í Havn. Fleiri bilar stóðu parkeraðir í flóðini og í klædnahandlinum Kallkyn fleyt sjógvurin inn

Ringt veður hevur verið um vikuskiftið, og serliga ringt hevur tað verið sunnudagin, í nátt og fyrrapartin í dag. Eitt djúpt lágtrýst er omanyvir okkum, og er hann sunnan í ættini í dag. Tá liggur vindurin inn á Havnina, og sjógvurin verður trýstur inn. Saman við at tað hevur verið sera nógv avfall í dag og at flóð er, gjørdist trýstið inn á Havnina einu løtuna somikið stórt, at tað fleyt yvir bryggjukantin í støðum.

Á Kongabrúgv vóru helvtin av parkeringsplássunum undir sjógvi, og um hugsningur skuldi vera at koma turrskøddur í bilin, var neyðugt við stivlum.

Tinganes lá eisini mestsum avskorið frá Havnini, og fyri at koma út í Tinganes var neyðugt at ganga eftir Reyn, tí eftir vegnum var ikki gangandi. Eisini her stóðu fleiri bilar parkeraðir í sjógvi

Í Vágsbotni var eisini sera nógvur sjógvur, og somikið nógvur sjógvur var, at tað fleyt inn í klædnahandilin Kallkyn. Hetta var orsakað av at ein rist er inni í handilinum, ið er bundin í sama system sum ein rist, ið liggur beint uttanfyri handilin, og í teirri ristini fleyt yvir, tí at hon liggur lægri enn bryggjukanturin.

Tórshavnar Kommuna var á staðnum, men søgdu seg onga ábyrgd hava á økinum, tí at tað eru húsini, ið liggja ov lágt. Men samstundis hevur kommunan fyri kortum, í samband við byggingina av sølutorginum í Vágsbotni, lækkað bryggjukantin nakað, og var hetta helst viðvirkandi til at so nógvur sjógvur floymdi inn í handilin.

Til tíðir fleyt somikið yvir í Vágsbotni, at Nólsoyar Páll stóð í sjógvi.