Yvir og farin, Eilif

   

Góði Eilif Samuelsen.
Haldi ikki at tað loysir seg at skifta orð um fólkaskúlan á tí støðinum tú hevur lagt. Persónligt brigsl, persónligar niðurgeringar og ógrundað álop hava ongantíð bygt nakað upp.
Ber tað ikki til at viðgera málini fyri tann føroyska skúlan á sakligan hátt, so er tað betur ógjørt at skeldast í bløðunum.
Um tú ætlar at halda fram í politikki, so koma royndirnar vónandi við árunum, nevniliga at fyrireiking, grundgevingar og semjur skulu til fyri at fáa nakað á skaftið.
Annars sigur tú, at eg eri eitt spøkilsi og at onki kemur burturúr. Men eg havi sjáldan hoyrt nakað skilagott komið burturúr hjá teimum, sum ræðast spøkilsir. Besta amboðið til at sleppa av við ræðsluna fyri spøkilsir, er at hyggja at veruleikanum.
Og har vil eg fegin senda tær ein lista við øllum tí, sum Tjóðveldisflokkurin hevur framt á mentanar- og skúlaøkinum seinastu 5 árini. Tað passar ikki í ein brævbjálva, so eg kann senda tær tað sum pakkapost. Ein orsøk til, at so nógvir skiftandi mentamálaráðharrar hava verið hjá Tjóðveldisflokkinum er júst tí, at teir hava havt visjónir og ætlanir um veruligar broytingar og betringar. Høvdu teir bara sitið og ræðst spøkilsir, so hevði ongantíð verið nakað rok og teir kundu sitið í mong ár framyvir.
Eg eri stoltur av øllum tí arbeiðið, sum landsstýrismenn hjá Tjóðveldisflokkinum hava gjørt. Øll gomul stríðsmál á fólkaskúlaøkinum eru loyst við Tjóðveldisflokkinum við róðrið. Til dømis kann eg nevna eitt mál sum savnsrøktina. Tað var formaðurin í Føroya Lærarafelag, Eilif Samuelsen, sum í 1977, vildi hava málið loyst. Síðani var sami Eilif Samuelsen landsstýrismaður í skúlamálum í tveimum umførum - men hetta málið varð als ikki loyst. Eilif Samuelsen hevði altso 20 ár at loysa málið í, uttan úrslit. Ikki fyrr enn fyrst Óli Holm og síðani Annlis Bjarkhamar tóku málið upp, varð tað loyst og liðugt.
Skúlin hevur ongantíð verið so høgt raðfestur, sum við Tjóðveldisflokkinum við róðrið - fyri ikki at tala um mentanina.
Skúlin er vorðin full føroysk ábyrgd 1. januar 2002, hóast sambandsflokkurin atkvøddi ímóti, og eitt miðvíst arbeiði er sett í verk til at menna ein veruligan føroyskan skúla. At umseta danskar lógir, sum danir sjálvir eru farnir frá, og so lata onnur um at rudda upp, er lættasta ting av verðini, men tað skal ikki henda aftur.
Annars skal eg gera eina rætting til seinastu grein mína. Tað var Torbjørn Jacobsen sum setti í verk skipanina við skúlastýrum. Tað kravdi stórt politiskt arbeiði at fáa hetta gjøgnum Løgtingið, sum tú sjálvur veitst um, Eilif. Í lógini, sum tú hevði lagt fyri tingið, stóðu jú bara nakrir prikkar, har sum lógargrein skuldi verða. Og tað man vera eindømi, at ein lóg verður samtykt við nøkrum prikkum, har sum týdningarmikil viðurskifti skulu lóggevast um.
Men alt tað besta, Eilif. Yvir og farin.