TRÝST á HESA YouTube leinkjuna :
https://www.youtube.com/watch?v=fKQ-YhROB1Y&feature=youtu.be
'
og síggj hvussu tað gekk fyri seg, tá yvir hálvthundrað miðlafólk fingu handað kunningartilfar á miðlasentrinum, har sum leikirnir verða settir seinni í dag.
Bretskt vinsemi og kurteisni var sum altíð í hásæti, men føroysku miðlafólkini eru samd um, at orðið "Limited area" - avmarkað økið - er alt ov oftani galdandi á leikvallunum og hallunum, har vit skulu fylgja við teimum føroysku íðkarunum.
Fyrireikararnir løgdu dent á, at á summum ítróttarøkjum, sum t.d. í badminton sleppur ein ikki nærhendis vallunum, og miðlafólk mugu biða onkran persón biða íðkararnar koma upp til miðlaøkið á staðnum til at gera eina samrøðu.
Fyri føroysku miðlafólkini, og hinar miðlarnar við eru hesar fráboðaðu avmarkingarnar eitt afturstig í mun til leikirnar, sum hava verið undanfarin ár, har okkum hevur verið loyvt at verða so nær við økið, har íðkað verður sum tað er forsvarligt.
Fyrireikararnir í miðlasentrinum greiddu eisini frá, at teirra fólk fóru at taka myndir, og miðlafólkini kundu altíð brúka tær myndirnar. Greitt var eisini frá, at sosialu miðlarnir, so sum Facebook koma at spæla ein stóran leiklut á oyggjaleikunum við úrslitum, kunningum, og stuttum úttalilsum frá teimum, sum hava tikið lut í ymiskum kappingum.