Yvir hálv millión í part til HB og Víking

Nýggjasta yvirlitið yvir landsliðspengar vísir, at tey stóru feløgini fáa eina rúgvu av pengum

Eins og í farna árið, fáa øll feløgini, ið lata leikarar til EM undankappingardystir eina upphædd, fyri at leikararnir eru burtur frá sínum felagið.

 

Les eisini: HB fær flest landsliðspengar

 

Seinast vit gjørdu hesa talvuna, var HB tað felagið, ið hevði havt flest landsliðsleikarar burtur til teir fyrstu dystirnar, men nú er talvan broytt eitt vet.

HB er framvegis ovast á listanum, men deila fyrsta plássið saman við Víkingi. Tey bæði feløgini hava fingið 540.000,- krónur í part higartil fyri at lata landsliðsleikarar, til EM undankappingardystirnar, um vit taka støðið í einum frymli sum eitur 30.000,- krónur pr landsdyst.

 

Í føroyskum fótbólti er talan um stórar upphæddir, sum øll tey stóru feløgini fáa stóran ágóða av. Samstundis gjørdist fyrr í dag greitt, at tey føroysku feløgini við altjóða luttøku nú fáa munandi størri upphæddir fyri at luttaka.

 

Les eisini: Yvir tvær milliónir eyka frá UEFA

 

Hetta er sjálvandi gleðiligt fyri føroyskan fótbólt, men tað nýtist ikki tað stóra matematiska flogvitið fyri at síggja, at hetta eisini kann koma at skapa eina stóra gjógv millum tey føroysku feløgini.

 

Samanlagt sær talvan tí soleiðis út, eftir fimm undankappingardystir:

 

Víkingur: 540.000,-

HB: 540.000

B36: 390.000,-

EB/Streymur: 240.000,- krónur

NSÍ: 240.000,- krónur

KÍ: 90.000,- krónur

 

 

Rumenia – Føroyar

Víkingur: Atli Gregersen, Sølvi Vatnhamar, Andreas Lava Olsen = 90.000,- krónur

HB: Jóhan Troest Davidsen, Teitur M. Gestsson, René S. Joensen = 90.000,- krónur

B36: Róaldur Jakobsen, Odmar Færø, Tórður Thomsen = 90.000,- krónur

NSÍ: Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint A. Olsen = 60.000,-

 

 

Grikkaland – Føroyar

EB/Streymur: Jónas Tór Næs, Arnbjørn Hansen = 60.000,- krónur

Víkingur: Atli Gregersen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Hanus Jacobsen = 120.000,- krónur

HB: Fróði Benjaminsen, Jóan Símun Edmundsson, Teitur M. Gestsson = 90.000,- krónur

B36: Tórður Thomsen, Róaldur Jakobsen, Odmar Færø = 90.000,- krónur

NSÍ: Klæmint A. Olsen, Pól Jóhannus Justinussen = 60.000,- krónur

 

 

Føroyar-Ungarn

Víkingur: Atli Gregersen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Bárður Hansen = 120.000,- krónur

HB: Fróði Benjaminsen, Jóan Símun Edmundsson, Teitur M. Gestsson, Levi Hanssen = 120.000,- krónur

EB/Streymur: Jónas Tór Næs, Arnbjørn Hansen = 60.000,- krónur

B36: Tórður Thomsen, Alex Mellemgaard = 60.000,- krónur

NSÍ: Pól Jóhannus Justinussen = 30.000,- krónur

KÍ: Páll A. Klettskarð = 30.000,- krónur

 

Norður Írland-Føroyar

Víkingur: Atli Gregersen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Bárður Hansen = 150.000,- krónur

HB: Fróði Benjaminsen, Jóan Símun Edmundsson, Teitur M. Gestsson, Levi Hanssen = 120.000,- krónur

EB/Streymur: Jónas Tór Næs, Arnbjørn Hansen = 60.000,- krónur

B36: Tórður Thomsen, Alex Mellemgaard = 60.000,- krónur

NSÍ: Pól Jóhannus Justinussen = 30.000,- krónur

KÍ: Páll A. Klettskarð = 30.000,- krónur

 

Føroyar-Finnland

HB: Fróði Benjaminsen, Teitur M. Gestsson, Jóan Símun Edmundsson, Jóhan Troest Davidsen = 120.000,- krónur

B36: Odmar Færø, Róaldur Jakobsen, Tórður Thomsen = 90.000,- krónur

Víkingur: Hallur Hansson, Bárður Hansen = 60.000,- krónur

EB/Streymur: Jónas Tór Næs, Arnbjørn Hansen = 60.000,- krónur

NSÍ: Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint Olsen = 60.000,- krónur

KÍ: Páll A. Klettskarð = 30.000,- krónur