Maðurin, sum er skuldsettur fyri neyðtøkuroynd aftan fyri Sjónleikarahúsið í septembur í fjør og neyðtøku av eini aðrari kvinnu, situr enn varðhaldsfongslaður.
Tað var 30. septembur, at ein genta var fyri eini neyðtøkuroynd aftan fyri Sjónleikarahúsið í Havn. Hon megnaði tó at berja mannin av sær.
Vakmyndatól í býnum hjálptu tó løgregluni at eyðmerkja mannin, sum tó var farin til skips, tá løgreglan fann út av hvør hann var. Komin aftur til lands, var hann handtikin og varðhaldsfongslaður.
Undir varðhaldsfongslingini eru onnur mál komin undan kavi. Millum annað er hann nú skuldsettur fyri neyðtøku av eini aðrari kvinnu. Hann var eisini settur í samband við tvær aðrar møguligar neyðtøkuroyndir í Havn í fjør, men tær skuldsetingarnar eru sleptar aftur.
Mánadagin varð varðhaldsfongslingin longd enn einaferð, í fýra vikur afturat. Tá hendan varðhaldsfongslingin gongur út, hevur maðurin sostatt sitið varðhaldsfongslaður í yvir eitt hálvt ár.
Martin Gravesen, varafúti, sigur, at nú verður bíðað eftir eini váttan frá Rættslæknaráðnum, og hann vónar, at málið kann koma fyri rættin, áðrenn varðhaldsfongslingin gongur út. Maðurin er nú mentalkannaður, men í slíkum málum er sum skilst vanligt at biðja um eina eyka váttan frá Rættslæknaráðnum.
Les eisini Varðhaldsfongslingin aftur longd