Yvir ein millión sær Petsi

Tey 4000 atgongumerkini til Melodi Grand Prix í Århus í kvøld vórðu rivin vekk eftir hálvum tíma. Og væntar DR at yvir ein millión hyggjarar fara at fylgja við

Århus: Fyri knøppum trimum mánaðum síðani byrjaði forsølan til Melodi Grand Prix, sum verður í kvøld, tann 7. februar. Men tá ráddi um at vera skjótur í vendingini, tí tey 4000 atgongumerkini vóru rivin vekk eftir einum hálvum tíma.
Tað er jú í kvøld, at Petsi Tvørfoss skal í eldin í Atletion í Århus, har ein tann størsta fjølmiðlahendingin fer av bakkastokki.
- Vit vænta, at hyggjaratalið verður yvir eina millión, sigur Nina Larsen, fjølmiðlastjóri hjá DR. Hon leggur afturat, at í Atletion eru framúr góðar umstøður, og seinastu vikuna, hava tey arbeitt við at broyta ítróttarmiðdepilin til ein konsertsal við øllum nútímans útgerð.
Sjálvt forarbeiðið til Melodi Grand Prix byrjaði fyri fleiri mánaðum síðani, og hetta vísir seg at vera eitt av teimum tiltøkunum danir og danskir fjølmiðlar hava størstan áhugin fyri.
- Tað hevur ikki verið vanligt, at tað er vorðið útselt eftir so stuttari tíð. Hvat tað er, ið ger tað, veit eg ikki. Men tey seinastu árini hevur áhugin verðið ógvuliga stórur, sigur Nina Larsen.
Føroyingar sleppa eisini at fylgja við, tá Petsi fer á pallin og skal syngja "Mest når det er regn" í kvøld.