Enska blaðið "The Sun", sum er nógv úti um seg fyri at finna spennandi søgur veit nú at siga, at argentinski stórspælarin hjá FC Barcelona er í samráðingum við Manchester City.
Sjálvt um tað fer at krevja eina upphædd, sum er omanfyri 2,6 miljardir krónur í okkara peningi at keypa Lionel Messi leysan frá FC Barcelona, so heldur Manchester City, sambært The Sun, at tað fer at bera til at hála hesa upphæddina niður á helvtina, umleið 1,3 miljardir krónur.
Við bonuspengum kemur Lionel Messi at forvinna eina upphædd um vikuna í Manchester City, sum svarar til 8,5 miljónir krónur, sambært The Sun.









