Seinastu dagarnar hava vit havt fleiri greinar, har vit hava víst á, á, at parkeringsplássini, sum eru markað til avlamisbilar, verða ikki vird.
Fólk hava verið ymisk á málið, hvussu stórur trupulleikin er. Men tað er eisini ført fram, at trupulleikin er í øllum førum stórur hjá teimum, sum verða rakt, tí sleppa tey ikki av við bilin, hann avleiðingin vera, at tey noyðast heim aftur, uttan at sleppa tey ørindi, tey ætla sær.
Men at trupulleikin er rættiliga stórur, ber í hvussu so er ein uppgerð hjá løgregluni sín greiða boðskap um.
Uppgerðin vísir nevniliga, at seinastu sjey árini hava heili 942 bilførarar fingið bót fyri at hava sett bilin á tí, sum tey kalla »umbiðin parkeringspláss« Løgreglan sigur, at nøkur heilt fá dømi er um, at talan er um, at vanligir bilar hava parkerað á plássum, sum eru markað til hýruvognar.
Men Løgreglan sigur, at nógv tær flestu bøturnar eru skrivaðar til bilførarar, sum hava parkerað á parkeringsplássi til avlamisbilar.
Og enn er jólamánaðurin eftir í ár, so tá ið árið í ár er farið, er talið helst farið upp um 950 bilførarar, sum hava fingið hetta slagið av parkeringsbót.
Uppgerðin hjá løgregluni vísir, at tað eru serliga hesi seinastu fimm árini, at nógvar bøtur eru skrivaðar fyri hetta slagi av parkering.
Í 2010 og í 2011 vóru nakrar og 80 bøtur skrivaðar hvørt ár. Men síðani hevur talið á parkeringsbótum fyri at parkera á plássi til avlamisbil, ligið úr 138, upp í 169 bótum um árið.
Bøturnar eru javnt býttar yvir alt árið, men tó vísir uppgerðin hjá løgregluni, at mars mánaðurin er tann mánaði, har væl fleiri bøtur skrivaðar enn hinar mánaðirnar í árinum - og tað er at kalla galdandi fyri øll hesi seinastu sjey árini.
Á løgreglustøðini í Havn ásanna tey, at tølini koma rættiliga óvart á tey tí tey høvdu ikki væntað, at talið á bótum fyri at parkera ólógliga á plássum, sum eru markað til avlamisbilar, var so stórt, sum tað í roynd og veru er.
Og her er eisini vert at viðmerkja, at her er bara talan um teir bilførarar, sum hava fingið bót og tað er kanska bara toppurin á ísfjallinum, tí bilarnir eru nógvir, og parkeringsvørðarnir eru fáir, og tað eru mong, ið sleppa snikkaleys frá at parkera ólógliga.