Yvir 5600 harur skotnar

2013 var eitt vána haruár. Samanborið við 2012 eru minst 1000 færri harur skotnar í 2013

Harutíðin, sum er frá 2. november til 31. desember, er av og gott 5600 harur eru skotnar. Tað vísir uppteljing í bólkinum Haruskjóting í Føroyum á Facebook.

 

Seinasta uppteljingin sigur ítøkiliga, at 5570 harur eru skotnar, men síðani eru fleiri fráboðanir komnar, so talið av skotnum harum fer nakað væl upp um 5600.


Tað er munandi færri enn í 2012, tá umleið 7000 harur vóru skotnar. Hesi tølini stava frá frágreiðingini »Haruveiðan í Føroyum 2012«. Hon er á 44 blaðsíður og skrásetti í fyrraárið 5381 skotnar harur. Men tá var ikki talan um eitt fullfíggjað yvirlit, so mett verður, at talið av skotnum harum í fyrraárið var omanfyri 7000. Og tá varð sagt, at 2012 var eitt vánaligt haruár.