Yvir 55 milliónir minni inn í skatti

Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið yvir 55 milliónir minni inn í skatti, enn hann fekk í níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør.

Tað vísir ein uppgerð, Taks hevur gjørt yvir inntøkurnar av skatti.

Uppgerðin vísir, at verður bara hugt eftir vanliga skattinum, hevur landskassin fingið 18,73% minni inn í skatti í tíðarskeiðnum frá januar til september í ár, afturímóti sama tíðarskeiði í fjør.

Landsskatturin í níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør var 1.116.701.246 krónur, men í sama tíðarskeiði í ár var inntøkan 907.581.564 milliónir, ella 209.119.682 milliónir minni enn í fjør.

Men í ár hevur landskassin eisini fingið 153.329.661 krónur inn við at forskatta pensjónir.

Tilsamans hevur landskassin sostatt higartil í ár fingið tilsamans 1.060.911.225 krónur inn í skatti.

Tískil hevur landskassin tilsamans fingið 55.790.021 krónur minni inn í skatti higartil í ár, afturímóti í fjør.

Hinvegin hava kommunurnar fingið 1,99% meiri inn í skatti níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár. Í ár hevur inntøkan verið 1,062,4 milliard og í fjør var hon 1,041,7 milliard.