Tað gongur strilti at venja føroyingar til at brúka trygdarbelti. Tað ásannar løgreglan.
Bara higartil í ár eru yvir 400 bilførarir tiknir fyri ikki at brúka trygdarbelti, ella fyri at hava børn undir 15 ár í bilinum, uttan at tey sita í trygdarbelti.
Hóast tað nú er ein mansaldur síðani, at tað varð kravt, at øll, sum eru í bili, skulu brúka trygdarbelti, er tað sostatt framvegis ein hópur av bilførarum, sum ikki gera tað.
Tað eru eisini framvegis skelkandi nógvir bilførarar, sum hava børn í bilinum, uttan at spenna tey í trygdarbelti.
Revsingin fyri ikki at hava børn undir 15 ár í trygdarbelti, er, at bilførarin fær klipp í koyrikortið.
Umframt at sita í trygdarbelti, skulu børn undir 135 sentimetrar, eisini sita á pútu og ikki bara á setrinum.
Gera tey ikki tað, fær bilførarin eisini klipp í koyrikortið.
Løgreglan ger ferðslukanningar dag og dagliga og í tí sambandi verður eisini kannað eftir um øll í bilinum brúka trygdarbelti eftir forskriftunum.
- Tað vísir seg, at spurningurin um, hvussu nógvir bilførarir verða tiknir, er bara ein spurningur um, hvussu nógv løgreglan ger burtur úr at kanna ferðsluna, sigur Karl Leonsson, løgreglumaður.
Hann sigur, at tey árini, løgreglan ger nógvar kanningar, verða eisini nógvir bilførarir tiknir.
Hesa seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt rættiliga nógv burturúr at kanna ferðsluna og tað hevur eisini ført við sær, at nógvir bilførarar eru tiknir.
Higartil í ár hava 303 bilførarar fingið bót fyri ikki at brúka trygdarbelti, men harafturat hava 120 bilførarar fingið klipp í koyrikortið fyri at hava børn undir 15 ár í bilinum, uttan at spenna tey í beltið eftir forskriftunum.
Men Karl Leonsson sigur, at hóast nógv framvegis verða tikin, hevur hann varhugan av, at samanumtikið er støðan heldur frægari nú, enn hon hevur verið.
Hesi seinastu árini, hevur gongdin annar verið hendan:
Í 2008 fingu 242 bilførarar bót fyri ikki at brúka trygdarbelti og harafturat fingu 54 bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at spenna tey eftir forskriftunum.
Í 2009 fingu 427 bilførarar bót fyri ikki at brúka trygdarbelti og harafturat fingu 83 bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at spenna tey eftir forskriftunum.
2010 var eitt serstakliga ringt ár í so máta, tí tá fingu heilir 646 bilførarar bót fyri ikki at brúka trygdarbelti og harafturat fingu 134 bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at spenna tey eftir forskriftunum.
Í 2011 fingu 343 bilførarar bót fyri ikki at brúka trygdarbelti og harafturat fingu 85 bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at spenna tey eftir forskriftunum.
Í 2012 fingu 292 bilførarar bót fyri ikki at brúka trygdarbelti og harafturat fingu 52 bilførarar klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum, uttan at spenna tey eftir forskriftunum.
Og higartil í ár hava altso 303 bilførarar fingið bót fyri ikki at brúka trygdarbelti, og harafturat hava 120 bilførarar fingið klipp í koyrikortið fyri at hava børn undir 15 ár í bilinum, uttan at spenna tey í beltið eftir forskriftunum.