Yvir 400 bilar missa nú nummarpláturnar

Hjá nógvum gongur ikki alt for væl at rinda vegskatt

Hesar næstu dagarnar fer løgreglan kring landið at klippa nummarpláturnar av yvir 400 bilum kring landið.

Hjá nógvum gongur ikki alt for væl at rinda vegskattin og nú hvur Akstovan biðið løgregluna klippa pláturnar av 421 bilum kring landið.

Her er talan um bilar, sum ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár.

 

- Kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri, at hann hevur goldið vegskatt,  tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum, sigur Akstovan.