Yvir 40 Mazda E-2200 komnir til landið

Herfyri komu yvir 40 Mazda bilar av sama slag til landið. Talan er um Mazda E-2200 í ymiskum útgávum

 

BILAR

Magnus Gunnarsson



Felags fyri hesar bilarnar er, at teir eru allir av slagnum, Mazda E-2200, men teir fáast í ymiskum útgávum. Bilarnir eru komnir sum vørubilar við ella uttan síðurútar, og sum persónbilar til 6 ferðandi, ið kunnu gerast til ein 9 persónabil ella sum 10 persóna buss, og sum Pick-up við trælast. Frá Berg verður sagt at Mazda E-2200 er ein væl umtóktur, og nógv eftirspurdur arbeiðsbilur, ið er kappingarførur í prísi og dygd.