Yvir 40 fólk noyðast at búgva á Landssjúkrahúsinum og hinum báðum sjúkrahúsinum í landinum, tí tey hava onga staðni at fara.
Er er talan um fólk, sum eru innløgd, men sum eru liðugt viðgjørd.
Somuleiðis er talan um sálarsjúk fólk, sum noyðast at liggja á sjúkrahúsi, hóast tey ikki eru í viðgerð, sum so. Men tey hava bara ongastaðni at fara
Hetta hevur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, greitt Løgtinginum frá.
Tað er ein gamal trupulleiki, at fólk noyðast at verða verandi á sjúkrahúsi eftir at viðgerðin er liðug, tí tey hava ongastaðni at fara, onki pláss á ellis- og røktaheimi, ella á sambýli, ongin annar bústaður til fólk við serligum tørvi og ongin heimahjálp ella heimasjúkrasystir at hjálpa teimum heima
Nú hevur Edva Jacobsen, tingkvinna, fregnast hjá landsstýrismanninum í heilsumálum um hesi viðurskifti.
Landsstýrismaðurin sigur, at á Suðuroyar- og Klaksvíkar sjúkrahúsi, liggja støðugt eini tvey fólk, sum hava fingið tey viðgerð, tey skulu hava, men sum ikki kunnu verða útskrivað, tí tey hava ongastaðni at vera.
Á Landssjúkrhúsinum hava tilsamans 29 fólk verið í hesi støðu og tilsamans hava tey upptikið seingjarpláss á landssjúkrahúsinum í næstan 1600 samdøgur.
Í løtuni eru 24 fólk innløgd á Landssjúkrahúsinum hóast viðgerðin er liðug.
Á psykiatrisku deild liggja 17 fólk, hóast tey ikki átti at ligið har, tí viðgerðin er liðug, men onki bústaðartilboð ella stovnspláss er til tey.
Summi av hesum fólkum hava ligið í fleiri ár, upplýsti landsstýrismaðurin.
Hann hevur ikki fatan av, at hesin trupulleiki er minkaður, hóast nógv sambýli og ellis- og røktarheim eru bygd í seinastuni.
Hann sigur, at hetta førir við sær øktar útreiðslur fyri Heilsuverkið, umframt at sjúklingar av og á mugu liggja á gongini, tí stovurnar eru fullar.
Hetta kann eisini elva til, at bíðilistar til ymsar viðgerðir verða óneyðuga langir, tí tað ber ikki til at leggja sjúklingar inn.
Hann heldur ikki, at hetta er virðiligt og hann sigur, at í landsstýrinum tosa tey nú saman um, hvussu bøtast kann um hendan trupulleika
Onkur tingfólk staðfestu, at tá ið kommunurnar yvirtaka eldraøkið, fer rokningin fyri at hava hesi fólkini innløgd á sjúkrahúsið at verða send kommunum, sum síðani mugu gjalda fyri plássið.