Fyri lítlari løtu síðani vórðu tilboðini upp á stóra almenna bygging í Vági, latin upp Fyri lítlari løtu síðani vórðu tilboðini upp á at byggja ellis- og røktarheimið og økisdepilin fyri sinnisveik í Vági, latin upp.
Sjey tilboð vóru komin inn og tað sást, at rættiliga stórur munur var á tilboðunum við tað, at heili 33,1 millión var á muni á tí bíligasta og tí dýrasta tilboðnum.
Tað var TG Verk, sum hevði bíligasta tilboðið, tað var upp á 56,9 milliónir.
Annars var kostnaðarmetingin 65 milliónir og tað vóru trý tilboð, sum vóru undir metingini.
Tilboðini vóru annars hesi:
TG Verk: 56,9 mió
Víking Smíð: 63,3 mió
HES-Byg: 63,9 mió
Norðhús: 68,5 mió
Articon: 69,4 mió
MT-Højgaard: 75,0 mió
Pihl & Søn: 90,0 mió