Yvir 3000 mótmæla at samkynd sleppa at giftast

Óttin kemur ikki av ongum, siga stigtakararnir

Samtykkir Løgtingið at samkynd skulu sleppa at giftast, bera vit ótta fyri, at tað fer at skeikla grundleggjandi rættindi hjá stórum parti av borgarum okkara.

Tað siga teir tríggir, Svenning á Lofti, Vinjard Johansen og Øyvind Bjerkenes.

 

Teir hava nú sent øllum løgtingslimum eina adressu við 3012 undirskriftum frá fólki, sum heita á Løgtingið um at fella uppskotið um at loyva samkyndum at giftast.

 

Løgtingið fer at atkvøða um málið í morgin og teir siga, at óttin fyri avleiðingunum kemur ikki av ongum.

- Vit vita av royndum úr øðrum londum, sum hava framt hesa broyting, at málið snýr seg um meira enn tað, at tvey av sama kyni, sum elska hvørt annað, sleppa at giftast.

 

Serliga varpa teir ljós á trý viðuskifti, trúarfrælsið, talu- og samvitskufrælsið og rættindini hjá børnunum Teir siga, at í londum, har hetta er sett í verk, eru nógv dømi um, at trúarfrælsið og somuleiðis talu- og samvitskufrælsið eru skerd.

 

Teir siga eisini, at sambandið ímillum mammu, pápa og barn hevur serstøðu.

- Føroyar mugu verja tann natúrugivna rættin hjá børnum at kenna og vaksa upp hjá sínum biologisku foreldrum, mammu og pápa sínum, í tann mun tað er møguligt og forsvarligt, siga teir tríggir.

 

Tí venda teir sær nú persónliga til hvønn einstaka tinglim um at varðveita hjúnabandslógina, sum hon er í dag, millum mann og kvinnu, og halda fast við ta skipan, vit hava bygt okkara samfelag á í øldir, sum teir skriva. 

 

Fyrr í dag heittu einir hálvtannaðhundrað fólk á Løgtingið um at samtykkja uppskotið. Les meir um tað HER