Millum 300 og 350 amerikanskir miðlar almannakunngera í dag oddagreinar ímóti ákærunum hjá Trump, forseta, móti miðlunum.
Alt frá vikuavísum til stór tíðindabløð luttaka í mótmælinum. Summi bløð hava longu skrivað mótmælis oddagrein í gjár.
Les her, hvat fleiri av størru miðlunum skriva.
The New York Times:
- Journalistar og redaktørar eru menniskju, og kunnu gera mistøk. At rættleiða tey eru ein kjarnuuppgáva í okkara arbeiði. Men at tvíhalda um, at sannleikar, sum einum ikki hóvar, eru “fake news”, er vandamikið fyri fólkaræði. Og at rópa journalistar fyri “fíggindar hjá fólkinum” er vandamikið.
The Boston Globe:
- Tað hevur altíð verið fyrsta stigið hjá einhvørjari korruptari stjórn at seta stjórnarmiðlar í staðið hjá fríu pressuni.
Daily Hampshire Gazette, Massachusetts:
- Retorikkurin hjá Trump elvir til misálit á journalistar og kámar mørkini millum fakta og meiningar. Tey munnligu álopini økja um óttan hjá journalistur fyri teirra egna tryggleika.
Daily Herald, Illinois:
- Álopini (frá Trump, red) eru orðini hjá einum valdsharra – Lenin, Stalin, Hitler, Chavez, Mao og eitt ótal av øðrum einstaklingum og felagsskapum, sum lata seg í sum einasta haldgóða umboð fyri fjøldina. Eru tað hesi, sum USA ynskir at verða sammet við?
The Arizona Daily Star
- Meðan Trump mangan slær niður á The New York Times, CNN og aðrar miðlar, so sleppur lokaljournalistikkurin ikki undan hansara misáliti. Lokalir journalistar, sum vit á Arizona Daily Star, uppliva okkara størv sum ein tænasta fyri lokalsamfelagi. Vit arbeiða fyri, at tit skulu vita, hvat tey fólkavaldu nýta tykkara skattakrónur uppá.
Keldur: The New York Times, The Boston Globe, Daily Hampshire Gazette, Daily Herald, The Arizona Daily Star. Ritzau