Í fjør vóru tað heilar 304 ferðir, at kvinnur leitaðu sær til Kvinnuhúsið í Havn at søkja sær hjálp. Og tær koma bæði úr býum og bygdum, men sum heild er talan um kvinnur úr næstan øllum kommunum í landinum.
Tað vísir ein uppgerð, sum Kvinnuhúsið hevur gjørt í ársfrágreiðing síni fyri 2010.
Av teimum 304 áheitanum, vóru 209 áheitanir frá kvinnum úr býum og 61 áheitarnir vóru frá bygdarkvinnum. Annars vóru 14 áheitanir frá kvinnum í útlondum og í sambandi við 20 áheitanir var onki upplýst, hvaðani kvinnan var.
Annars vísir uppgerðin, at 24 ferð hava løgregla, lækni, Almannastova ella onnur víst eini kvinnu til Kvinnuhúsið.
Somuleiðis sæst í uppgerðini, at ein stórur partur av teimum, sum venda sær til kvinnuhúsið, eru kvinnur, sum áður hava havt samband við Kvinnuhúsið, men hjá nógvum er hetta fyrstu ferð.
Størsti parturin av teimum, sum venda sær til Kvinnuhúsið, gera tað, tí tey hava verið fyri harðskapi.
Mennirnir, sum eru harðligir, eru úr øllum stættum og øllum aldursbólkum.
- Hann er oftast uppvaksin í einum harðskapsraktum heimi, er øvundsjúkur, hevur undirlutakenslur ella hevur rúsevnistrupulleikar, sigur Kvinnuhúsið.
Men ofta leitað kvinnur sær eisini ráð í sambandi við fíggjarviðurskifti, rúsdrekka- ella rúsevnamisbrúk, mentanarligar munir, bústaðarviðurskifti, samverurættm konupengar, foreldramyndugleika, blóðskemd, sundurlesing og hjúnaskilnað og annað.
Allir samfelagsstættir eru umboðaðir, og tær flestu kvinnurnar eru ímillum 30 og 49 ár, men talan er bæði um blaðungar kvinnur og eldri kvinnur og tilsamans áttu tær 260 børn.
Av øllum teimum, sum hava vent sær til Kvinnuhúsið, hava 11 kvinnur og 11 børn gist í húsinum. Níggju av teimum vóru har fyri fyrstu ferð og tvær vóru fyri aðru ferð, og sum oftast vóru tær har minni enn eina viku, men summar vóru har nógv longri, onkur einstøk meiri enn tríggjar mánaðir.
Annars vendur eisini 25 menn sær til Kvinnuhúsið, men tað var sum oftast tí, at teir høvdu hug at práta. Men nakrir vildu eisini leitað sær ráð, tí konan var farin frá honum og summir ringdu eisini tí teir vildi hava eina kvinnu!










