Fyrsta og annan páskadag er listaframsýning í skúlanum við Løkin í Runavík, har yvir 30 føroysk listafólk vísa sína list fram og tilsamans eru einir 150 málningar á framsýningini. Framsýningin er opin frá klokkan 15 til klokkan 19 og tað verður Frits Johannesen, sum setir hana og tá verður eisini musikkur at hoyra.
Atgongumerkið er ein lutaseðil, sum verður trektur klokkan 18.30 annan páskadag og har tveir málningar eru at vinna.
Peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til at byggja nýtt Skótahús.
Listafólkini, sum sýna fram, eru Hilmar Højgaard, Heðin Kambsdal, Høgni Thomsen, Lydia Petersen, Harry Knudsen, Sofus Poulsen, Eivør Pállsdóttir, Livar Nysted,
Øssur Mohr, Sámal Toftanes, Edith Mørkøre, Jón Magnus Joensen, Maria Lützen, Jógvan Martin Olsen, Maibritt Olsen, Anna Hansen, Jórun P. Danielsen, Durita Rógvadóttir Hansen, Tala Black, Torgunn Eliasen, Eigil Lyngsø, Jóna Birgit Nattestad Olsen, Jógvan Martin Olsen, Petur Jákup Petersen, John David Jóhannesen, Finnleiv Mortensen, Erla Hansen, Jóhann Hendrik Mohr, Torfinn Jacobsen, Beinta Hansen, Jákup Lervig, Fríðvør Ellefsen og Beinta Gaard.










