Yvir 27000 føroyingar til arbeiðis

Talið á føroyingum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, økist alsamt og tann nýggjasta uppgerðin hjá Hagstovuni vísir, at nú eru tað 27.027 føroyingar, sum eru í vinnu. Av teimum eru 14.058 menn og 12.969 kvinnur.

 

Størsta vinnugrein í Føroyum, er tað, sum eitur almenn tænasta, og aðrar tænastur og tilsamans eru 9.560 fólk í hesi vinnugrein. Hesin bólkurin fevnir um almenna fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar, undirvísing og heilsu- og almannaverk.

 

Næststørsta vinnugrein eru tær privatu vinnurnar, har 9.001 fólk eru til arbeiðis. Tær fevna um handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, sjóflutning, Flutning annars, postur og fjarskifti, fígging og trygging, vinnuligar tænastur, húshaldstænastur og felagsskapir, mentan o.a.

 

Annars vísir yvirlitið, at 4.314 fólk arbeiða í fiskivinnuni og ráevnisvinnuni, sum er landbúnaður, fiskiskapur, ali- og kryvjivirki, fiskavøruídnaður og annað av hesum slagi. Og at enda eru tað 4.152 fólk í byggivinnuni og aðrari vinnu, og her er talan um skipasmiðjur, smiðjur, annar ídnaður, bygging og orku- og vatnveiting

 

Tey, sum eru tald upp í, eru fólk ímillum 16 og 74 ár, sum hevur A-inntøku og hevur bústað í Føroyum tá í lønin verður goldin, og sum minst hava havt eina dagløn hjá einum ólærdum verkafólki.