Yvir 25.000 palestinar deyðir í Gaza

Talið av deyðum palestinum í Gazageiranum síðani 7. oktober er í dag dagført. Tað er farið upp um 25.000.

 

Umframt tey 25.105 deyðu eru 62.681 palestinar særdir í sambandi við kríggið millum Hamas og Ísrael, upplýsti heilsumálaráðið hjá Hamas.

Talið frá heilsumálaráðnum í Gazageiranum er ikki váttað av øðrum.

Sambært eini ST frágreiðing, sum kom fyrr í vikuni, verður mett, at 70 av teimum deyðu í Gazageiranum síðani 7. oktober eru kvinnur og børn.

Ísrael hevur í vikuni fram atsóknir ímóti býnum Khan Younis, sum er í syðra partinum av Gazageiranum.

/ritzau/Reuters