Yvir 24.000 fólk í arbeiði

Fyri fyrstu ferð í fýra ár er talið av føroyskum løntakarum farið upp um 24.000

 

 

Hagstovan skrivar á heimasíðu sínari, at tað í juli mánaði vóru 24.073 løntakarar, og at hetta er størsta talið síðani oktober mánað í 2010. T.v.s, síðani húsagangirnir hjá Eik og Fiskavirking sendu ein ordans skelk gjøgnum føroyska búskapin.

 

Síðan ársbyrjan eru tað komnir fleiri løntakarar hvønn mánað, og í juli vóru 400 fleiri enn við ársbyrjan.

 

Í oktober 2010 vóru 24.304 løntakarar, men so rakti húsagangur í fiskivinnuni, og eftir bert trimum mánaðum fóru 800 løntakarar úr starvi. Nú næstan fýra ár seinni er umleið helvtin av hesum falli vunnið innaftur.

 

Tað er framvegis í byggivinnuni, at vøkstur er. Í juli vóru 3.357 løntakarar í byggivinuni, og tað eru 242 fleiri enn árið fyri.

 

Í hinum høvuðsvinnubólkunum er millum ongin og lítil vøkstur: í fiski-og alivinnu eru 70 fleiri løntakarar, meðan tað í privatu tænastuvinnunum eru 5 fleiri. Tað er sama gongd, sum tað hevur verið seinasta hálva árið.