Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur fyri eini løtu síðani, fingið heilar 2.221 undirskriftir frá fólki, sum vilja hava nýggjar tunlar Norður um Fjall sum skjótast.
Undirskriftirnar fekk hann á almennum fundi í Skúlanum á Fossánesi um tunlarnar norður um Fjall.
Tey, sum hava skrivað undir, eru fólk í økinum, men eisini onnur, sum hava brúkt tunlarnar.
Hendrik Old takkaði fyri undirskriftirnar, og hann ásannar, at tunlarnir Norður um Fjall, eru ikki tíðarhóskandi.
Hann fer nú at taka undirskriftirnar við sær til politisku skipanina og fer at arbeiða víðari við málinum at vita, hvat ber til at fáa politiska undirtøku fyri.









