Yvir 2000 harur skotnar í ár

Nógv tær flestu eru skotnar í Streymoy og næstflestar eru skotnar í Vágum

Higartil í ár eru 2.152 harur skotnar kring alt landið í harutíðini í ár.

 

Tað vísir ein fyribils uppgerð hjá Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingi.

 

Hann arbeiðir á Fróðskaparsetrinum og hevur  stóran áhuga fyri harum og haruveiðu.

 

Á eini Facebook síðu, hann hevur stovnað um haruskjóting í Føroyum, savnar hann so nógv tøl um haruveiði saman, sum tilber.

 

Uppgerðin, sum er gjørd 11. november, vísir, at higartil eru flestu harurnar skotnar í Streymoynni.

 

Higartil eru tilsamans 838 harur skotnar í Streymoynni, sum eru 39 prosent av øllum harunum, sum eru skotnar.

Hinvegin eru 416 harur, 19 prosent, skotnar í Vágum, og 240 harur, ella 11 prosent, eru skotnar í Eysturoy.

Í Suðuroy eru 180 harur skotnar, tað eru átta prosent og í Viðoy eru 178 harur skotnar higartil í ár, tað eru eisini átta prosent av teimum, sum eru skotnar tilsamans.

Í Borðoy eru 120 harur skotnar, tað eru seks prosent og Kunoy eru 99 harur skotnar, ella fimm prosent.

 Í Nólsoy eru 61 harur skotnar, ella trý prosent og Kallsoy eru níggju harur skotnar, 0,4 prosent.

Sandoyingar gera ikki nógv við at skjóta haru, tí har eru bara seks harur skotnar, ella 0,3 prosent. Og at enda vísir uppgerðir at í Svínoy eru  fimm harur skotnar, tað eru 0,2 prosent.