Tveir út av trimum føroyingum á Facebook stuðla kravinum um, at morgunlesturin skal á skránna aftur kl. 9.50 2038 fólk á Facebook stuðla nú kravinum um, at morgunlesturin skal verða endursendur kl. 9.50 um morgunin.
1021 fólk stuðla leiðsluni í Kringvarpi Føroya, at morgunlesturin ikki skal verða endursendur. Morgunlestrastuðlarnir eru sostatt 1017 fleiri fólk, enn tey sum ikki ynska hann aftur kl. 9.50.
Morgunlestrarstuðlarnir hava eisini væl fleiri bólka-innbjóðingar hangandi, enn stuðulsbólkurin hjá kringvarpsleiðsluni.