Sosialurin í Runavík: Ikki kann sigast annað enn at fiskivinnustevnan, sum er í Runavík í hesum døgum, hevur verið ógvuliga væl vitjað.
Fyrsta stevnudagin, sum var týsdagin, vóru væl yvir 2000 fólk á stevnu og hugdu at, hvat framsýnararnir hava at vísa.
Tað er nógv meiri enn tað vóru tann fyrsta dagin, seinast stevnan var.
Fyrieikararnir hava eisini lagt til merkis, at tað eru nógvir útlendingar við á stevnuni í ár.
Petur Mohr Reinert, sum samskipar stevnuna, sigur, at einir 1.000 útlendskir gestir eru komnir á stevnuna at vita, hvat er at síggja.
Seinast, stevnan var, vóru einir 500 útlendingar.
Fyrireikararnir vænta, at tann stóri stevnudagurin verður í dag, tí 1. mai er frídagur hjá nógvum. Stevnan er opin frá klokkan 10-17.