Tað verða yvir 200 føroyskir áskoðarar á Ta’Qali leikvøllinum í annaðkvøld, tá Føroyar spæla móti Malta í seinasta dystinum í Nations League í hesum umfarinum. Tað er formanstúrur og tað merkist eisini á talinum av føroyingum á Malta.
Les eisini: Atli fekk ikki pissað til dopingroynd
- Vit hava umbiðið 203 atgongumerki til føroyskar áskoðarar til dystin móti Malta. Tey flestu av teimum eru knýtt at føroyskum fótbóltsfeløgum, nú formanstúrur er. Eisini eru eini 50 fólk, sum bara hava umbiðið atgongumerki, men ikki hava ferðast við okkum, sigur Andrass Thomsen, landsliðssamskipari hjá Fótbóltssambandinum.
Les eisini: Vit gita liðið til Malta
Eina ferð um árið er ein sokallaður formanstúrur, har formenn og forkvinnur í føroysku feløgunum eru við á landsliðsferð, har tey hava eitt nú formansfund. Tað er ikki óvanligt, at fólk tætt at feløgunum eisini gera sær ein túr við. Her er mangan talan um nevndir, hjálparfólk, venjarar, makar og familja.
Nations League landsdysturin millum Malta og Føroyar verður í annaðkvøld klokkan 19.45. FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá dystinum.