Yvir 200 bátar á bátastevnu í Vestmanna

Bátastevnan í Vestmanna hetta vikuskiftið var sera væleydnað, ikki minst takka verið veðrinum

Bátastevnan í Vestmanna hetta vikuskiftið var ein av teimum allarbestu, sum nakrantíð hava verið og ikki færri enn 220 bátar høvdu leitað sær á Vestmanna í gjár.

Talan var um bátar í øllum støddum og øllum sniðum, men tað var merkisvert, at tað vóru bara ein ella tveir av góðu gomlu træbátunum at síggja, restin vóru bátar úr plasti og úr glastrevjum o.s.fr.

Men so vóru eisini nakrir sluppungar og sluppin Johanna komin á Vestmanna at halda stevnu.

Umframt bátar, vóru tað eisini heilt nógvir húsvognar komnir til Vestmanna at halda stevnu.

Heilt nógvir bátar vórðu liggjandi í Vestmanna í nátt og í morgun høvdu fyrireikararnir skipað so fyri, at bátafólkið kundi fáa morgunbreyð til keyps og tað tilboðið tóku nógv av, so bygdarmyndin í Vestmanna í morgun hevur verið, at fólk hava sitið uttandura og fingið sær morgundrekka.

Sum dagurin hevur ligið, eru bátarnir so líðandi farnir av aftur Vestmanna, hvør í sína ætt, haðani teir komu.

Ì gjár vóru nógv tiltøk á skránni, danska verjuskipið hevði bjargingarroynd við tylruni og nýggi bargingarbáturin, Lív hjá Landsfelag Bjargingarmanna og Ziska úr Norðoyggjum vóru eisini at síggja.

Og tað var lív í á bryggjuni í allan gjár, tey grillaðu, sungu og spældu í góðveðrinum.

Um kvøldið var so stevnudansur í høllini og tey siga, at fleiri fólk hevur neyvan verið í dansi í Vestmanna enn tað sama.