Nú eru brøvini komin. Nøkur hava fingið játtandi svar, og nøkur hava fingið noktandi svar. Talan er um brøvini frá Tórshavnar Býráð, har foreldur at børnum, sum hava søkt um barnaansing, fáa at vita, hvør teirra barn fær eitt pláss eftir summarfrítíðina ella ikki.
? Yvir 400 børn eru tikin inn í barnagarð, vøggustovu og dagrøkt, verður upplýst av Snarskivuni.
Men enn eru tað fleri, sum standa á bíðilista. 176 børnum vantar vøggustovupláss og 45 børn eru ikki sloppin í barnagarð.
? Hesi tølini fara tó væntandi at broytast. Tað eru altíð fleiri, sum takka nei, so vit vænta, at tey 45 børnini, sum ikki eru sloppin í barnagarð sleppa inn hóast alt.
197 børn koma úr dagrøktarskipanini í ár. Men bert 105 eru tikin inn fyribils. Hetta kemst av, at dagrøktarbørn nú eisini kunnu standa á vøggustovulista, og tí má eitt glopp verða, so ov nógv børn ikki verða tikin inn, tí annars kann verða, at pláss verður lovað uttan at tað er nakað.
Til útibarnagarðar var ongin bíðitíð í fjør. Børnini sluppu beinleiðis inn, og soleiðis vænta tey á Snarskivuni verður aftur í ár.
? Áhugin fyri útibarnagarðum er ikki so stórur. Tað er helst tí, at nakrir av teimum liggja so avsíðis, so ein má hava bil fyri at sleppa framat. Eisini skulu børnini vera fimm ár fyri at sleppa í útibarnagarð, sigur Snarskvian.
Frá Snarskivuni siga tey annars, at ein kann vænta umleið eitt ára bíðitíð til vøggustovupláss. Gingið verður eftir uppskrivingardegi, so tað er tann, sum stendur fremstur á listanum, sum sleppur framat. Eitt ára bíðitíð er als ikki óvanligt til eitt vøggustovupláss.