Yvir 10.000 bøtur fyri ólógliga parkering í fjør

Talið á parkeringsbótum hevur verið alsamt lækkandi hesi seinastu árini


Í fjør vórðu tilsamans 10.066 parkeringsbøtur skrivaðar í Føroyum.

Tað vísir ein uppgerð hjá løgregluni.

Her er bæði talan um bøtur, parkeringsvørðar geva og bøtur, politiið gevur.

Men tær parkeringsbøturnar, løgreglan gevur, er helst minni parturin, tí nógv tær flestu eru bøtur, parkeringsvørarnir í Havn geva.

 

Talið á Parkeringsbótum hevur annars verið alsamt lækkandi hesi seinastu árini.

Men tað er ringt at siga um tað tí at vit eru farin at ansa betri eftir, hvar vit seta bilin, ella um tað er slakað í hjá parkeringsvørum og løgreglu

Tá ið talið á parkeringsbótum var hægst, var talan um 13.315 parkeringsbøtur tilsamans og tað var í 2007.

 

Til samanberingar kann nevnast, at í 2002 vórðu bara 2.789 parkeringsbøtur givnar, Tað talið hækkaði so líðandi til 2007, men síðani er tað javnt og samt minkað aftur.

Ein parkeringsbót er 200 krónur, so bara í fjør komu góðar tvær milliónir krónur í kassan fyri parkeringsbøtur.

Inntøkurnar fara í kommunukassan, men ikki fyrrenn løn til parkeringsvørar, og aðrar útreiðslur eru drignar frá, so tað er ikki tað stóra, sum leypir av.

 

Í talvuni niðanfyri sæst, hvussu nógvar parkeringbøtureru skrivaðar um árið, frá 2002 til 2013.

2002: 2.798

2003: 4.637

2004: 7.147

2005: 7.143

2006: 10.531

2007: 13.315

2008: 13.051

2009: 12.891

2010: 12.760

2011: 12.545

2012: 11.183

2013: 10.066