Teir sandoyingar, sum ferðast hvønn dag um Skopunarfjørð við bili, antin til arbeiðis ella í skúla, skulu nú rinda 1000 krónur meiri um mánaðin. Tað er avleiðingin av, at Strandferðslam nú hevur broytt bíleggingarskipanina við Teistanum.
Síðani síðst í oktobur í fjør, hevur tað borið til, at bílagt sær pláss til bilin av Gomlurætt, men nú er skipanin broytt soleiðis at nú ber til at stovna sær ein vanga á bíleggingarskipanini, og at seta pening inn á vangan og sostatt at gjalda fyri túrarnar av hesi upphæddini.
Við at stovna vanga fáa persónbilar sama avsláttur sum við virðiskorti, nevnilig 15%. Men tað merkir samstundis, at mánaðarkortið fellur burtur, og tað fær stórar, fíggjarligar avleiðingar fyri teir sandoyingar, sum ferðast dagliga um Skopunarfjørð við bili.
Sandoyingar, sum ferðast hvønn dag við bili, siga at eitt mánaðarkort hevur kostað 1690 krónur. Ferðaðust tey 20 dagar um mánaðin um Skopunarfjørð við bili, kostaði tað 84,50 krónur fyri hvønn túr við mánaðarkortinum. Men við nýggju skipanini kostar tað 136 krónur um dagin, ella tilsamans 2720 krónur um mánaðin.