Yvir 1000 føroyingar fleiri til arbeiðis

Men enn er nakað upp aftur á metið, sum var í 2008

Talið á fólki í Føroyum, sum arbeiða, veksur alsamt.

 

Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísur, at í oktober í ár 24.988 løntakarar í Føroyum.

 

Sostatt kann staðfestast, at gongdin við einum jøvnum vøkstri, hevur verið tann í hálvtannað ár nú, tí í mai 2014 vóru 23.943 løntakarar í Føroyum. Tískil eru 1.045 løntakarar fleiri í Føroyum nú

 

Tá ið talið á løntakarum í Føroyum var hægs, vóru tað næstan 26.000 løntakarar, hetta var í 2008, tá ið tað altso vóru 1.000 fleiri føroyingar í arbeið, enn tað eru nú.

 

Men so kom fíggjarkreppan, og tað var afturgongd í trý ár, og fyrst í 2011 komu vit á botn.

 

Heilt fram til summarið 2014 var at kalla ongin broyting, men seinasta hálvtannað árið hevur vøksturin verið javnt stórur, sigur Hagstovan.