Tey 104 donsku virkini, sum kunnu kalla seg »Kongelig Hofleverandør«, missa góðskustemplingina við trúnuskiftið, boðar konghúsið frá á heimasíðuni.
Tað sama er galdandi fyri fimm útlendsk virki, sum hava fingið somu góðskustempling.
Virikini kunnu tó kalla seg kongaligan hofleverandør fram til í øllum førum 14. januar í 2025. Tað verður seinni tikin støða til skipanina, upplýsir konghúsið.
Hesi virki hava fingið boð um, at góðskustemplingin fellur burtur við trúnuskiftið. Tað fáa virki at vita, tá tey gerast »Kongelig Hofleverandør«.
– Góðskustemplingin »Kongelig Hofleverandør« hevur verið til í meira enn 100 ár og verður latin sum ein serlig viðurkenning av einum virki út frá eini meting av góðsku, handilsskapi og samfelagsábyrgd, skrivar kongshúsið.
/ritzau/