Yvir 100 umsóknir til tvey størv

Tað má sannast, at stórur áhugi er fyri at arbeiða innan ferðavinnuna í Føroyum.

 

Í samband við, at Visit Faroe Islands skal menna innlendis ferðavinnuna í Føroyum, søkti skrivstovan eftir tveimum nýggjum starvsfólkum. Ein menningarleiðari skuldi ganga á odda fyri at menna innlendisferðavinnuna í Føroyum og skipa hana betri, meðan ein menningarsamskipari skuldi seta ymiskar ferðavinnuætlanir í verk í samstarvi við áhugapartar.

 

Sambært Visit Faroe Islands komu yvir 100 umsóknir inn til tey bæði størvini.

 

Tað var løgmaður, sum í ólavsøkurøðuni í fjør boðaði frá, at Visit Faroe Islands fór at seta eina menningardeild á stovn at taka sær av at skipa føroysku ferðavinnuna betri. Higartil hevur Visit Faroe Islands mest tikið sær av at marknaðarføra Føroyar sum eitt ferðamál uttanlands.