Yvir 100 næmingar á bíðilista

Ongatíð áður hava so mong søkt inn á Handilsskúlan á Kambsdali. Og ongatíð áður hava so nógv staðið á bíðilista at sleppa inn. – Vit høvdu gjarna viljað hýst øllum, men tað ber bara ikki til, sigur Páll Isholm, skúlastjóri

Kambsdalur: - Ja, tað er ein stórur trupulleiki, at vit ikki kunnu eftirlíka ynskjunum hjá øllum umsøkjarunum.

- Samstundis er tað gleðiligt, at tað eru so mong sum vilja inn á okkara skúla, sigur skúlastjórin á Handilsskúlanum.

Trupulleikin hjá honum og arbeiðsplássi hansara er, at tað er als ikki pláss fyri øllum næmingunum. Støðan er so mikið vónleys, at omanfyri 100 næmingar standa á bíðilista!

Ætlanin hevur verið at skúlin komandi skúlaár skal hýsa tveimum HH-flokkum, einum 3 ára HH-flokki og tveimum FHS-flokkum.

Á skúlanum ganga um 300 næmingar. 225 eru knýttir at dagskúlanum, sum umfatar FHS og HH útbúgvingarnar, 70 næmingar eru knýttir at fjarlestrinum, sum skúlin skipar fyri, og einir 30 eru knýttir at merkonom- og akademilærugreinum. Samanlagt eru um 27 lærarar knýttir at skúlanum.


Telefonstormur

Í mars mánaði var freistin at søkja inn á skúlan úti. Og tað gjørdist teimum tíðliga greitt, at sera stórur áhugi var fyri Handilsskúlanum á Kambsdali.

Tá tey á skrivstovuni taldu umsóknirnar upp, ynsktu 105 næmingar at sleppa inn á FHS, 36 til 3 ára HH-útbúgvingina og 89 á HH – íalt 230 umsóknir.

Seinni er talið av umsóknum til FHS hækkað enn meiri, og er í dag 126 við teimum umsóknunum sum eru komnar frá øðrum skúlum.

Samstundis er greitt, at bert 52 teirra sleppa inn á FHS, 36 inn á 3 ára HH og 52 inn á HH.

Í gjár fingu allir hesir hundraðtals umsøkjararnir at vita, um teir vóru slopnir inn ella ikki. Nógv teirra gjørdust helst vónbrotin, tá tey lótu brævbjálvan upp frá Handilsskúlanum í gjár og í dag.

- Ja, her hevur verið sannur telefonstormur í gjár og í allan morgun, sigur Páll Isholm við Sosialin.


Gott tilboð

Tað eru fleiri orsøkir til at so mong vilja sleppa inn á Handilsskúlan á Kambsdali í ár.

Hóast onkur kundi hildið, at broyttu búskaparligu umstøðurnar í samfelagnum vóru ein orsøk til allar hesar. Men so er ikki, sambært skúlastjóranum.

- Vit hava nøkur sera góð tilboð til tey lesandi her á skúlanum, og líkt er til, at vit hava rakt beint við teimum.

- Tað er eisini hend ein broyting í hugburðinum hjá teimum ungu. Líkt er til, at tey vilja taka sína útbúgving beinanvegin. Og tað síggja vit so aftur í mongu umsóknunum, sigur Páll Isholm.

Og hann leggur aftrat: - Tað eru kanska eisini foreldrini, sum eru vorðin meiri bevíst um, at børn teirra mugu fáa eina útbúgving!





130 bíða í Havn


Eisini í handilsskúlanum í Havn eru nógv fólk á bíðilista.

Tá umsóknarfreistin var úti, høvdu 131 søkt inn á FHS, 106 inn á HH og 54 inn á 3 ára HH-útbúgvingina.

Og í hesum døgum hava so 96 teirra fingið at vita, at tey eru sloppin inn á FHS, 40 á HH og 24 á 3 ára HH.

Íalt vóru 291 umsóknir, men bara 160 teirra eru sloppin inn í Havn.