Yvir 100 hava ringt til løgregluna at boða frá skaða

Men løgreglan fær bara boð um ein lítlan part av skaðunum

Sum tey flestu helst hava fingið við, hevur tað verið at ringasta veðrið alt samalt vikuskiftið og tað hevur elvt til nógvar og stórar skaðar kring alt landið.

Nú løgreglan hevur talt upp í morgun, sæst, at har hevur telefonin ringt heilar 127 ferðir at boða frá skaða.

Talan er um skaðar í øllum landinum, og í summum førum er talan um stórar skaðar har heilar tekjur eru tiknar av vindi.

Men løgreglan fær bara boð um ein brotpart av skaðunum, tí KvF visti at siga í gjárkvøldið, at hjá teimum báðum tryggingarfeløgunum, vit hava, hava yvir 400 fólk ringt at boða frá skaða.

Í gjárkvøldið minkaði hann vindin líka knappliga sum hann brast á og tær sær út til, at hendan næsta vikan verður rættiliga friðarlig í so máta.

Men í dag er rættiliga hált um alt landið, og á Gjáarvegnum er ikki koyrandi, sigur Landsverk.

Eisini fleiri verkløg av ymsum slagi hava fingið stóran skaða. Bæði í Porkeri, og serliga í Hvalba, eru grótkastini, sum verja havnarlagið, heilt illa farið, og nógvir skaðar eru eisini hendir á verkløg av ymsum slagi rundan um Kaldbaksfjørð, í Skopun, og aðrastaðni.