"Vit velja Føroyar" stóð at lesa á yvir 100 blusum í Keypmannahavn í dag, har HM í hálvmarathon varð gjøgnumført.
Tað er Vinnuhúsið og kommunurnar, sum standa fyri átakinum, Vit velja Føroyar, ið vil gera vart við møguleikarnar í Føroyum. Sendistovan samskipar arbeiðið
Málbólkurin er føroyingar, sum búgva uttanlanda, og møguliga ikki ætla at flyta heimaftur.
- Hetta er kjarnan av okkara málbólki, sum er her í dag. Eg meti, at vit eru eini 100, sum renna í blusum, har tað stendir, "Vit velja Føroyar" á, og umleið 200 føroyingar eru her í alt, sigur Allan Dalsgarð, stjóri í Sendistovuni.









