Nú mangla bara at spreingja 1.225 metrar, so er opið allan vegin gjøgnum Eysturoyartunnilin. Í síðstu viku sprongdi toymið 139 metrar í alt. Nú eru sprongdir í alt 10.025 metrar av 11.250 tilsamans.
Longsti teinurin, sum eftir er at spreingja, er undir Tangafirði. Av Hvítanesi sprongdu teir 58 metrar í síðstu viku og frá rundkoyringini og suðureftir sprongdu teir 29 metrar. Tilsamans eru 6.584 metrar sprongdir. 4.779 metrar eru sprongdir frá Streymoyarlandinum og 1.805 metrar frá rundkoyringini. Teinurin av Hvítanesi og til rundkoyringina bleiv mettur at vera 7.500 metrar, áðrenn arbeiði byrjaði, so her manglar beint undir ein kilometur at spreingja. Nú arbeiði er farið í gongd, er longdin blivin eitt sindur longri.
Móti Rókini sprongdur teir 52 metrar í síðstu viku. Har eru sprongdir tilsamans 1.816 metrar. Frá Rókini til rundkoyringina skal tunnilin vera 2.200 metrar, so har resta smáir 400 metrar í.










