Yvir 1.000 føroyingar meldaðu seg til korona-kanning

Kanningin byrjar í dag og endamálið er at útvega meiri vitan um korona

Nú verður farið undir eina kanning, við tí endamáli at vita, hvussu nógvir føroyingar í roynd og veru hava havt korona. Sostatt er endamálið at vita, hvussu stórt skuggatalið er, sum tað verður kallað. Tað eru fólk, sum hava havt korona, uttan at tað er staðfest.

Tað verður gjørt við at taka eina blóðroynd av fólki fyri at vita, hvussu nógv hava andevni ímóti korona.

Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu hevði boðið 1.500 tilvildarliga føroyingum úr øllum landinum at vera við í hesi kanningini, har tey skulu lata blóð til endamálið. 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at skotbráið at lata eina blóðroynd var bara nakrar dagar, men kortini vóru tað yvir túsund fólk, sum meldaðu seg til.

Blóðroyndirnar hava verið goymdar á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, men í dag kom Maria Skaalum Petersen, granskari, sum stendur fyri verkætlanini, niðan á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna við teimum 1.075 blóðroyndunum.

Fríggjadagin kom tilfarið, sum skal brúkast til at kanna blóðroyndir fyri andevni móti koronavirus umsíðir úr Kina.  

Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur nú  gjørt kanningarnar klárar, og sostatt kunnu kanningarnar  byrja nú í dag, Og tey vænta, at úrslitini verða tøk mitt í næstu viku.