Sera nógv fólk høvdu leitað sær niðan á Argjahamar í gjár til hátíðhaldið í sambandi við at nýggi skúlin á Argjahamri er tikin nýtslu.
Bæði næmingar og politikarar settu dám á hátíðarhaldið. Heðin Mortensen, borgarstjóri, beyð vælkomin, og røðarar vóru annars Jógvan Arge, formaður í mentanarnevndini hjá Tórshavnar, Marjun Holm, skúlastjóri, Mai L. Simonsen, umboð fyri skúlastýrið, Ann Hansen, leiðari í frítíðarskúlanum og Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum.
Ásvør Lognberg, sum gongur níggjunda flokki í skúlanum helt ein rættiliga áhugaverda røðu, har hon millum annað vísti á týdningin av teimum kreativu lærugreinunum, sum stimbra heilan og hon hevði eina beinleiðis áheitan á politikararnar um at hava tað í huga, tá raðfestast skal í skúlaverkinum.
Skúlin á Argjahamri er býttur í tríggjar deildir, grunddeild, miðdeild og hádeild. Hesar tríggjar deildirnar høvdu hvør sína framførslu.
Til høvið hevði Pauli í Sandágerði skrivað eitt tónleikaverk, sum Sigmund Poulsen hevur sett orð til. Verkið nevnist »Infinitesimal Googol. Tað er verk í fýra sastsum, og tað var framført á hátíðarhaldinum.
Eftir hátíðarhaldið høvdu fólk so høvi at síggja skúlan.