Dopingnevndin hjá FINA hevur avgjørt at russiska Yuliya Efimova skal hava 16 mánaðar bann, fyri positiva dopingtest staðfest uttanfyri kapping í Los Angeles (USA). Hon fær 16 mánaðar bann, sum tó endar soleiðis at hon kann náa at kvalifisera seg til at verja sítt tvífalda heimsmeistaraheiti frá HM í Barcelona 2013, á HM í Kazan 2015.
Lesið úrskurðin hjá dopingnevndini her á fina.org. Efimova missur síni gullheiðursmerki frá EM í Herning í desember mánaða, sum merkir at litaviska Ruta Meilutyte nú er evropameistari í 50 bringu, og danska Rikke Møller Pedersen nú evropameistari í 200 metra bringusvimjing.
Russland missur eisini gullið í 4x50 blandað fyri menn og kvinnur, og gullið í 4x50 blandað fyri kvinnur. Tað fyrra fellur til Týsklands, og tað seinna nokk so bitturt aftur á Rikke Møller Pedersen og donsku kvinnustafettina, sum her aftur mistu kjansin at syngja 'Det er et yndigt land' í Herning.
Og Efimova missur eisini heimsmetið 2:14.39 í 200 metra bringusvimjing, sum so aftur er 2:14.39 hjá amerikansku Rebecca Soni frá Duel in the Pool stevnu millum Evropa og USA í 2009.
Efimova kundi hava fingið 2 ára karantenu, sum vildi viðført at hon ikki hevði kunnað svomið á heimabana í Kazan í 2015. Men við tað at hon góðtók at hava tikið evnið sum hon varð testað positiv fyri, varð straffurin linkaður til 16 mánaðir.
Efimova hevði tikið fyri góða vøru tað sum eitt sølufólk hevði sagt yviri í USA, og so yvirsæð at har á vøruspjaldrinum stóð at kostískoytið innihelt dopingevnið DHEA. Hetta er nakað sum dopingfólk hava ávarað ímóti, at har eingin forðing er fyri at selja dopingdálkað kostískoyti í USA. Og fyrrverandi russiski landsliðsvenjarin Andrei Vorontsov hevur eisini talað at, at hon við sínum veika enska góðtók ráð frá amerikumonnum, uttan at spyrja heim til Russlands eisini.