Unga skaldið, Amanda Gorman, sum bar fram yrking til innsetanina av nýggja amerikanska forsetanum í januar, hevur nú undirskrivað sáttmála við modellstovuna IMG Models, ið bæði umboðar fulltíðar modellir og onnur úr undirhalds- og ítróttarvinnuni so sum Chrissy Teigen, Selena Gomez og Naomi Osaka. Sáttmálin millum modellstovuna og yrkjaran skal eftir øllum at døma veita henni stuðul og møguleikar fyri at koma fram í móta- og vakurleikavinnuni.
Gorman hevur ikki úttala seg um sáttmálan, men áðrenn innsetanina av Biden, segði hon við mótablaðið Vogue, at móti hevði nógv at siga fyri seg, og hon brúkar móta til at lena seg upp at søguni, sum hevur verið áðrenn og teimum fólkunum, sum stuðla sær