Yrkjara- og tónleikakvøld í Keypmannahavn

Mánakvøldið 23. mars verður forkunnugt yrkjara- og tónleikakvøld í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

Mánakvøldið 23. mars verður forkunnugt yrkjara- og tónleikakvøld í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.

 

Hetta kvøldið fara fýra føroyskir rithøvundar at lesa yrkingar upp. Harumframt fara fimm tónleikarar við írskum, donskum og føroyskum uppruna at framføra egin løg. 
Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 19.30.

Skrá:

Sissal Kampmann (upplestur).

Salem (Tónleikur við Selmu Higgins og Leu Kampmann).

Tóroddur Poulsen (yrkingaupplestur).

Katrin Ottarsdóttir (yrkingaupplesturr).

Merigold spælir alternativan countrytónleik við Ulrik Tarp Merrildgaard sum sangari og á gittara, Kjartan Lauring á kontrabass og Ravnur Huginsson Eide á lapsteel

Jóannes Nielsen (yrkingaupplestur).