Yrkingaslóð eftir Steimgrím Niclasen út í bók

Fyri fyrstu ferð koma mongu yrkingarnar hjá lærararnum og skúlastjóranum, Steingrím Niclasen, nú út í bók

Mong munnu kennast við onkrar av yrkingunum hjá Steingrími Niclasen, sum hevur yrkt síðani hann var heilt ungur. Onkrar av yrkingunum hava verið á prenti í bløðunum og onkur sálmur hjá yrkjaranum er eisini at finna í sálmabókini.
Nógvar av hansara yrkingum eru tó bert kendar av einum parti av føroyingum, tí tær hava verið yrktar til ávís høvi ella ongantíð eru komnar á prent.

Eitt lív við yrkingum
Nú pápin fer um tey sjeyti fimm, hava børnini hjá Steingrími Niclasen tikið sær um reiggj og fingið givið út eitt úrvalssavn av hansara yrkingum og týðingum. 128 yrkingar er tað vorðið til í savninum Yrkingaslóð, og kunnu tær býtast í nakrar høvuðsbólkar.
Fremst í huganum standa hansara sálmar og sangir, vísir Hanus A. Samuelsen á í innganginum til savnið. Síðani er tað barnayrkingarnar um óvitaárini í Hvalba, um farna tíð og burturmistan heim.
Eisini eru yrkingar um ymsu viðurskiftini í mannalívinum, bæði í gleði og sorg, um náttúruna, um gerandislív og hátíðarstundir, um samfelagsviðurskifti, har sjálvstýrissinnaðu politisku yrkingarnar fyltu nógv og ofta vóru at síggja í Dagblaðnum í hansara yngru árum. Fleiri av yrkingunum eru gjødar til ávís høvi, har fólk antin hava heitt á yrkjaran ella hann sjálvboðin hevur latið eina yrking til onkran merkisdagin.

Siðbundin yrkjari
Hanus A Samuelsen vísir á, at Steingrímur Niclasen er í bólki við teimum siðbundnu yrkjararnum og hevur ikki fylgt teimum rákum, sum komu fram, tá hansara ættarlið var ungt. Hann nýtir nógv rím, bæði endarím og stavrím og fasta rýtmu. Ofta eru yrkingarnar gjørdar til kend løg. Nógvar av yrkingunum eru fáorðaðar, mest sum hittinorð. Sama er við reglulongdini. Lagbundnar yrkingar setur hann ofta upp við einum ella heilt fáum orðum, so tær fáa ein eyðkendan knappan stíl.
Tað er forlagið Sprotin, sum gevur út Yrkingaslóð eftir Steingrím Niclasen