Yrkingar á fløgu

Carl Jóhan Jensen gevur út eina fløgu við yrkingum, sum hann kallar "September í bjørkum sum kanska eru bláar"

Tað er forlagið Sprotin, sum saman við Tutl gevur fløguna út. Yrkingar verða tó eisini givnar út á prent.
Í hesum sambandi verður bjóðað til móttøku í kvøld klokkan 19 í Meiarínum í Tórsgøtu. Har fer Carl Jóhan at lesa upp í yrkingasavninum. Hetta er fyrstu ferð, at yrkingar verða givnar út á fløgu í Føroyum.
- Eg vildi fegin royna hetta, tí at tað ongantíð er gjørt fyrr, sigur Carl Jóhan og flennir.
- Tað er øðrvísi at hoyra eina yrking lisna upp, enn um tú lesur hana. Tú kanst samanbera tað við at lesa tónleik á einum tónaarki. Tað gerst ikki veruliga livandi, fyrr enn tú hoyrir tónleikin. Tað er á sama hátt við yrkingum. Tónalagið hevur sera stóran týdning fyri, hvussu vit fata orðini, sigur Carl Jóhan.
- Eg havi arbeitt við hesum samstundis, sum eg arbeiddi við bókini "Ó". Tað vil siga, at summar yrkingar eru um átta ára gamlar. Tó havi eg hugt alt í gjøgnum aftur og endurnýggjað tær, sigur Carl Jóhan Jensen, sum nú kann hoyrast á fløgu.