Yrkingar eftir Chr. Fróða


 

tíðarbæri


tíðarbærur

skyggir tín

vakurleiki


hár títt sum

bylgjandi

akur


og eygu

tíni vøtn har ið

eg hevði vilja

spælt sum

barn


Chr.Fróði



tosti


tosti.

gleðityngda

søkkandi sorgarvídd.

tigandi tankin.

teskar hann sær

trongliga troyst.

tilveran. ein

sólsetursspurningur

um linkandi stundan

og trega


Chr.Fróði