Yrkingakapping

   

Seinasta heyst bjóðaði Listastevna Føroya til kapping at skriva nýggjar, føroyskar yrkingar til Listastevnu Føroya 2003.
Yrkingarnar, sum verða virðisløntar við 5.000 kr. fyri hvørja av teimum 10 bestu, verða lisnar upp í Útvarpi Føroya allar dagarnar á Listastevnuni ? ein yrking um dagin, meðan Listastevnan stendur 7. ? 17. august 2003.
Til at velja út bestu yrkingarnar er ein dómsnevnd sett: Høgni Djurhuus, tíðindamaður, Bergljót av Skarði, studentaskúlalærari og Kim Simonsen, cand. phil. í norðurlendskum bókmentum.
1. mai er seinasta freist at lata inn yrkingar til kappingina. Listastevnan hevur tó longu móttikið hópin av yrkingum, síðani kappingin varð útskrivað í heyst.
Listastevnan hevur á hvørjum ári skrivað út bókmentunarligar kappingar:
Til fyrstu Listastevnuna í 2001 varð bjóðað til kapping at skriva stuttsøgur.
Tríggjar virðislønir vórðu tá latnar:
Fyrsta virðislønin áljóðandi 20.000kr. fór til Hanus Kamban fyri søguna "Angels Place", onnur virðislønin áljóðandi 15.000 kr. til Marjun Kjelnæs fyri søguna "Kópakona" og triðju virðislønina áljóðandi 10.000 kr. fekk Niclas Rasmussen fyri søguna "Fyri lív, eftir deyða". Vinnandi søgurnar og fjúrtan av søgunum, sum komu inn, vórðu givnar út í bók "Mjørki í heilum", sum Bókadeild Føroya Lærarafelags stóð fyri. Vinnandi stuttsøgurnar og fimm aðrar vóru harafturat at hoyra í Útvarpi Føroya.
Til aðru Listastevnuna í 2002 varð bjóðað til kapping at skriva handrit til útvarpsleik.
Ein virðisløn áljóðandi 50.000 kr. varð latin fyri besta handritið. Virðislønina fekk Marjun Kjelnæs fyri handritið til útvarpsleikin "Trongd", sum Útvarp Føroya sendi tá Listastevna Føroya 2002 varð sett. Eyðun Johannesen legði útvarpsleikin til rættis og fyri teknikkinum stóð Súni Selfoss.
Til Listastevnu Føroya 2004 er eisini útskrivað bókmentunarlig kapping. Í hesum føri snýr tað seg um at skriva skaldsøgu. Vinningurin í hesum føri er 150.000 kr og freistin at skriva til hesa kapping er sett til 1. mai næsta ár.